Ólavsøkan hevur verið góð fyri Havnar Róðrarfelag, og tað var vorðið sum punktum, ið flaggskipið hjá felagnum setti.
Í kappingini millum 10-mannaførini var tað finala millum Havnarbátin og Klaksvíking, sum hevur vunnið FM øll árini síðani í 2021.
Í dag var tað Havnarbáturin, sum vann, og harvið koppaðu havnarmenn klaksvíkingum av trónuni, sum teir hava sitið á fýra tey seinastu árini. Hetta er 14. ferð, at Havnarbáturin vinnnur FM í kappingini millum 10-mannafør. Klaksvíkingur hevur vunnið FM 11 ferð.
Á vestanstevnu fekk Havnarbáturin besta startin, og soleiðis var tað eisini í dag. Tá ið startspurturin var av, var Havnarbáturin hálvan skutin undan ferfaldu meistarunum úr Klaksvík, og klaksvíkingar megnaðu ongantíð av álvara at svara aftur. Heldur var tað Havnarbáturin, sum vísti seg at hava yvirskotið og stýrdi róðrinum.
Á Molanum, í Tinganesi og aðra staðni framvið róðrarøkinum var tað svart av fólki í fínum líkindunum, og tey vóru eygnavitni til, at Havnarbáturin fram ímóti málinum róði seg til sera sannførandi sigur, og tá ið bátarnir fóru um málið, var tað meiri enn ein bátslongd frá Havnarbátinum og aftur til Klaksvíking, sum var meiri enn eina bátslongd undan Norðingi.
Fyri fyrstu ferð í 17 ár er Havnarbáturin føroyameistari. Tað er vorðin sum uppreisn, eftir at sigursvandi báturin hevur verið í skugganum á øðrum og okkurt árið als ikki hevur luttikið.
1 | Havnarbáturin (HR) | 04:02.46 | +00.00 | 7 | ||
2 | Klaksvíkingur (KRF) | 04:05.24 | +02.78 | 6 | ||
3 | Norðingur (NHR) | 04:08.19 | +05.73 | 5 |
1 | Havnarbáturin (HR) | 7 | 46 | ||
2 | Klaksvíkingur (KRF) | 7 | 45 | ||
3 | Norðingur (NHR) | 7 | 35 |