Hjá mongum man ein tann størsta hátíðarløtan á ólavsøku vera, tá tingfólk, landsstýrisfólk, prestar og embætisfólk fara í skrúðgongu til guds tænastu í Havnar kirkju og løtan eftir gudstænastuna, tá tey ganga niðan aftur í Løgtingi, har tey uttan fyri Løgtingið lýða á sangin hjá ólavsøkukórinum.
Í ólavsøkuskrúðgonguni hesaferð er tað ein persón ur, sum gongur skrúðgongu fyri fyrstu ferð. Tað er Jóhan Christiansen, landsstýrismaður fyri Tjóðveldi í fiskivinnu og samferðslumálum.
Hann varð tilnevndur landsstýrismaður 10. mars, eftir at Dennis Holm varð noyddur at leggja frá sær sum landsstýrismaður. Tað gjørdi hann eftir at landsstýrismálanevndin kom við eini niðurstøðu um, at Dennis Holm ikki hevði heimild fyri at broyta kunngerðina um svartkjafta kvotu.
– Ta niðurstøðuna taki eg til eftirtektar. Fyri at tryggja politiskan arbeiðsfrið eru vit komnir ásamt um, at best er at landsstýrismaðurin leggur frá sær, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Tjóðveldi gjørdi stórar broytingar
Tað var fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale úr Fólkaflokkinum, sum kærdi Dennis Holm fyri landsstýrismálanevndini.
Hetta málið kom eisini í kjalarvørrinum av misálitisuppskotinum hjá andstøðuflokkunum á Ingilín Strøm, sum tey bæði tjóðveldis tingfólkini Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, søgdu seg taka undir við. Tí noyddist Ingilín Didriksen Strøm at leggja frá sær. Tí lá tað í kortinum, at Dennis Holm eisini fór at verða feldur, um andstøðan eisini reisti misálitisuppskot á hann.
Tjóðveldi gjørdi eina størri broyting í landsstýrinum við tað, at Høgni Hoydal eisini fór frá sum landsstýrismaður. Tað var eitt beinleiðis úrslit av leiðsluskiftinum í Tjóðveldi, tá Høgni Hoydal gjørdi av at leggja frá sær, og flokstingið valdi Sirið Stenberg til forkvinnu.
Tí vórðu bæði Jóhan Christiansen og Eirikur í Jákupsstovu, tilnevndir landsstýrismenn, í ávika vist fiskinnu og samferðslumálum og í menta- og almannamálum.
Broytingin frá teimum báðum undanfarnu skrúðgongunum hjá hesi samgonguni er soleiðis, at Erling Eidesgaard ikki er við hesa ferð, tí hann er ikki løgtingsmaður longur, og at nýggjur
maður í skrúðgonguni Jóhan Christiansen, landsstýrismaður.
Hetta er triðja skrúð gongan hjá sitandi samgongu – og tí er tað byrjanin til seinasta heila tingárið hjá samgonguni.
Nýggja tingárið byrjar
Tað er við lóg ásett, hvat skal ganga fyri seg í Løgtinginum ólavsøkumorgun.
Í stýrisskipanini er ásett, at Løgtingið fer undir nýggja tingárið ólavsøku dag klokkan 13, tá ting fundur verður settur, og tá løgmaður heldur ólavsøku røðu.
Í stýrisskipanarlógini er eisini ásett, at løgtingsfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga í skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, Havnar kirkju, har gudstænasta verður hildin. Og eftir gudstænastuna verður gingið aftur í Løgtingið.
Sambært stýrisskipanar lógini skal løgmaður í ólavsøkurøðuni greiða frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan seks yrkadagar støðu landins til umrøðu.
Tað verður gjørt á øðrum tingfundi í tingárinum, sum vanliga verður hildin beint eftir ólavsøku, tá skráin er hendan:
»Aðalorðaskifti sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um FG001/2025: Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2024«.
Í stýrisskipanarlógini verður sagt, at løgtingsforkvinnan ger av, hvørji em bætisfólk eru við í skrúð gonguni, og hvussu gongan er skipað.
Seinastu nógvu árini hevur skrúðgongan verið skipað í trimum røðum. Fremst ganga løgtingsforkvinnan í miðjuni, høgru megin hana gongur løgmaður og vinstru megin gongur biskupur.
Eftir løgtingsforkvinnuna ganga tey trý næstforfólkini og síðani tingfólk í røð, sum er gjørd út frá hesum reglum:
1. Árið, tingfólk fyrst ferð varð valt.
2. Starvstíð hjá tingfólki.
3. Aldur hjá tingfólki
Tann elsti tingmaðurin er Henrik Old. Hann var fyrstu ferð valdur á ting í 1984 og gekk fyrstu skrúðgongu í 1985. Hann er eisini tað tingfólkið, sum hevur sitið longst í starvi – og er tann, ið lýkur øll tey trý krøvini í reglunum omanfyri.
Á løgtingsvalinum í 2004 varð Henrik Old ikki afturvaldur. Hann var tríggjar atkvøður ov stuttur, tá Sverri Midjord á Tvøroyri fekk 295 atkøvður, meðan Henrik Old í Vági fekk 292 atkvøður í Suðuroyar valdømi. Jóannes Eidesgaard var fyrstvaldur hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroy við 403 atkvøðum. Men Henrik Old kom kortini á ting fyri Jóannes Eidesgaard, sum varð valdur til løgmann. Henrik Old sat tí á tingi til valið í 2008, tá hann ikki stillaði uppaftur.
Men á løgtingsvalinum í 2011 vendi hann aftur og stillaði uppaftur og er afturvaldur á øllum valunum síðani, í 2015, 2019 og 2022. So hetta er 41. ári hjá Henriki Old í politikki – burtursæð frá steðginum hann hevði frá 2008 til 2011.
Í føroyskum búna
Niðan aftur úr kirkjuni gongur løgmaður vinstrumegin og biskupur høgru megin løgtingsforkvinnuna.
Í brævi til løgtingsfólk, har hon boðar til tings á ólavsøku, vísir løgtingsforkvinnan til álit um skrúðgonguna, tá ið hon biður tingfólk og onnur um at vera hampuliga ílatin.
Tey, sum hava møguleika til tess, verða biðin um at vera í føroyskum búna, sigur løgtingsforkvinnan.
Síðani seinastu ólavsøku er bara tann broytingin, sum nevnd er omanfyri, at Jóhan Christiansen er við fyri fyrstu ferð, meðan Erling Eidesgaard ikki er við.
Fyrstur í røðini aftan fyri biskup er dómprósturin, og næstur honum er presturin, sum prædikar á ólavsøku. Í ár verður tað Jóannes Purkhús, prestur á Viðareiði, sum fer at prædika, og hann verður fremstur í røðini aftan fyri Jógvan Fríðriksson og Una Næs.
Prestarnir ganga eisini í røðini eftir, hvussu leingi teir hava verið í embæti. Prestar, sum eru farnir úr embæti ganga eisini í skrúðgonguni, men teir ganga aftan fyri teir, sum eru í embæti.
Ólavsøkublaðið hjá Sosialinum kann lesast her