Sílið var aftur so sera sannførandi

5-mannafør gentur 17-18 ár: Firvaldur var næstfremstur í kapping við fleiri bátar hjá Havnar Róðrarfelag

Sílið hevði undan ólavsøku fulla úrtøku fyri seks kappingar, og aftur í dag var tað eingin slingur í valsinum hjá teimum í Havnar Róðrarfelag. Firvaldur bjóðaði av fyrstu løtuna, og Firvaldur helt allan teinin tørn um næstfremsta plássið.

 

Sílið er sera sannførandi FM vinnari við fullum stigatali, og Firvaldur vann eisini í FM kappingini silvurkrónur.

 

Havnar Róðrarfelag eigur nógvar manningar í hesum róðrinum, og tríggir bátar hjá Havnar Róðrarfelag kappaðust við Firvald um næstfremsta plássið. Drekin endaði á triðja plássi bæði í dag og í FM kappingini, og á næstu plássunum vóru í dag Skansin og Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag.

 

1 Sílið (HR)05:00.49+00.007 
2 Firvaldur (FSR)05:04.17+03.686 
3 Drekin (HR)05:05.23+04.745 
4 Skansin (HR)05:05.49+05.004 
5 Títlingur (HR)05:06.31+05.823 
6 Ørnin (SÍF)05:09.38+08.892 
7 Ternan (NSÍ)05:12.49+12.001 
8 Jallurin (RK)05:17.04+16.550 
9 Royndin Fríða (VK)05:17.38+16.890 
10 Ritan (NHR)05:24.07+23.580 
11 Ingibjørg (HR)05:29.24+28.750
1 Sílið (HR)749 
2 Firvaldur (FSR)736 
3 Drekin (HR)732 
4 Títlingur (HR)726 
5 Ørnin (SÍF)724 
6 Skansin (HR)722 
7 Ternan (NSÍ)64 
8 Jallurin (RK)73 
9 Royndin Fríða (VK)71 
10 Heykur (HVR)10 
11 Ingibjørg (HR)60 
12 Ritan (NHR)70

 

https://rsfurslit.fo/