VIDEO: Radnicki leikti javnt undan ferðini til Klaksvíkar

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Radnicki-Zeleznicar 1-1 (1-0)

Hóskvøldið klokkan 19.45 spæla KÍ og Radnicki 1923 seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Fyrri dysturin í Serbia endaði við javnleiki 0-0.

 

Í dag hevur Radnicki leikt dyst í bestu serbisku fótbóltsdeildini. Dysturin var á heimavølli móti Zeleznicar.

 

Longu í áttanda minutti legði Stephen Chinedu Radnicki á odda 1-0. Men leiðslan helt ikki. Fáar minuttir undan dystarloki javnaði útiliðið við einum brotssparki.

 

Sambært Jákup Ósá á bolt.fo gjørdi Radnicki seks skiftingar í mun til dystin móti Klaksvík farna hóskvøld. Harvið er staðfest hvussu høgt Radnicki staðfestir útidystin í Klaksvík.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Radnicki-Zeleznicar 1-1 (1-0):

 

##med2##